Nýggj satirurøð
Ársins heimakokkur
Til nýggju undirhaldsendingina "Bakaríið" er gjørd ein spildurnýggj satirurøð í 12 pørtum.Ein nýggjur partur verður sendur hvørt leygarkvøld og fleiri kend nøvn luttaka í røðini, m.a. Sjúrður Skaale og Rudolf Joensen.
Vit á Bakarínum elska mat, og tí ætla vit okkum at finna Ársins heimakokk. Hvørt leygarkvøld kappast tríggir heimakokkar um hvør dugir at gera besta matin - og bert ein kemur víðari til næsta umfar. Dómarar í kappingini eru kokkarnir Leif Sørensen og Gyða í Gongini.
Reportarin
Bakaríið hevur sent reportara og myndamann okkara út við myndatólinum og mikrofonini fyri at kanna, hvat hendir í býnum.
© 2011 sv1.fo | All rights reserved
Bakaríið - beinleiðis á Rás1 hvørt leygarkvøld
Vinn gamla bilin hjá Jákupi Veyhe umframt eina heila kúgv
Bakaríið skipar fyri eini sms-kapping, hvar til ber at vinna privata bilin hjá Jákupi Veyhe umframt eina heila kúgv. Tað einasta tú skalt gera er at senda eini sms-boð við tekstinum "SV1 MU" ella SV1 okkurt annað, sum tú heldur ein kúgv sigur, til 1919, so ert tú við í lutakastinum um bilin og kúgvina.
Tað kostar 10 kr. fyri hvørt sms-boð, og tú kanst sms'a so ofta pengapungurin er til tað.
Góða eydnu